Jardfeingi
Leita
Orka
Orka
Orkupolitikkur
Orkunýtsla hjá skipum
Orkunýtsla í húsum
Verkætlanir
Ráðstevnur
Orkustevna 2013
Orkuráðstevna 2010
Onnur lóggáva
NAHA
Hydrogen
Elveitingareftirlitið
Jarðhiti
Jarðfeingi á Orkustevnu

Skipað varð fyri Orkustevnu í høllini á Hálsi í Tórshavn dagarnar 1. og 2. februar 2013. Orkudeildin á Jarðfeingi luttók á stevnuni bæði við egnari framsýning og fyrilestrum.
Á básinum hjá Jarðfeingi varð kunnað um orkurenslið í Føroyum, um framleiðslu og nýtslu, og hvussu eigur at verða fyriskipað framyvir.

Annar av høvuðsboðskapunum hjá Jarðfeingi er, at vit eiga at vaksa um framleidda orku við at útbyggja vindorku beinanveg. Hetta liggur væl fyri, tí Føroyar eru millum bestu øki í heiminum til vindorku, og hon er lutfalsliga bílig. Sjálvandi eru avbjóðingar í hesum, tí vindorkan er skiftandi og skal temjast fyri at koma til høldar og gagnnýtast. Hetta kann gerast við at útjavna vindorkuna við orkugoymslum. Eitt gott boð upp á hetta er ‘pumped to storage’, har vatn verður pumpað upp í goymslur í fjøllunum, tá ovmikið av vindi er, og brúkt aftur til framleiðslu, tá ov lítið av vindi er.


Hin høvuðsboðskapurin hjá Jarðfeingi er, at vit skulu skerja oljunýtsluna. Í fyrstu atløgu er talan um oljuna til upphiting, tí her hava vit eitt gott alternativ, nevniliga hitapumpur. Við verandi prísum á olju og el er hetta longu nú ein peningaligur fyrimunur fyri húsarhald. Hetta er eisini ein stórur vinningur fyri landið, tí so slepst undan at innflyta og brenna hesa oljuna, og harvið minkar dálkandi útlátið. Jarðfeingi hevur kannað ymisku hitapumpuloysnirnar og er komið til, at besta loysnin er jarðhiti. Hetta er dýr loysn, men hevur munandi betur rakstur enn luft/vatn hitapumpuloysnin og er meira umhvørvisvinarlig, serliga við atliti at óljóði millum hús.

Hesir báðir høvuðsboðskapirnir hjá Jarðfeingi ganga hond í hond, tí orkuframleiðsla úr vindi og orkunýtsla til upphiting samsvara sera væl. Bæði framleiðsla og nýtsla er tvíføld um veturin í mun til summarið, og brúkiligar loysnir eru viðvíkjandi orkugoymslu til upphiting. Hetta verður m.a. roynt við orkuverkætlanini í Nólsoy, sum eisini var sýnd fram á Orkustevnuni.

Jarðfeingi hevði tríggjar fyrilestrar hvønn dagin. Hesir vóru:
Svend Pedersen: Hitapumpur, gongdir og menning.
Kári Mortensen: Framtíðar orkuloysnir 
Bjarti Thomsen: Vindorka til upphiting – royndir úr Nólsoy

Kári og Bjarti arbeiða báðir á orkudeildini á Jarðfeingi. Svend Pedersen arbeiðir hjá Teknologisk Institutt í Danmark og var komin til Føroya í samband við Orkustevnuna.

Javnur streymur av fólki vitjaði báðar dagarnar, og tiltakið má sigast at hava eydnast sera væl.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.

Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita