Jardfeingi
Leita
Um okkum
Starvsfólk
Reglugerð
Ársfrágreiðing
Ársfrágreiðing 2008
Ársfrágreiðing 2007
Ársfrágreiðing 2006
Ársfrágreiðing 2008

Av og á hoyrist spurningurin, hvat hesin ella hasin stovnurin man fáast við. "Hvat gera øll hasi fólkini?" og "Hvat fer allur peningurin til?" - kanska við einum farra av ivasemi.

Uppgávurnar á Jarðfeingi eru fjølbroyttar, men hava so ella so til felags at virka fyri skynsamari gagnnýtslu og varðveitslu av tí tilfeingi, ið jørðin kann geva her hjá okkum - innan úr henni og omanjarðar, tó ikki tað livandi tilfeingið.

At umsita kolvetnisleiting er ein uppgáva. At granska í leitimøguleikum eftir kolvetnum ein onnur. At ráðgeva um møguleikarnar fyri elframleiðslu er ein. At kanna møguleikar fyri brúki av varandi orku til upphiting. At ráðgeva um jarðvandar og skilagóða nýtslu og varðveitslu av lendinum. At ráðgeva um jarðfrøðilig viðurskifti á landi og undir sjónum. At skipa tað jarðfrøðiliga arbeiðið hjá landinum í samband við at víðka um landgrunsmarkið út um 200 fjórðingar. At virka sum jarðfrøðiligt savn. Og ikki minst at kunna politikarar og almenningin um øll hesi viðurskifti.

Til tess at røkja hesar høvuðsuppgávur krevjast eisini fleiri stuðulsfunktiónir. Funktiónir, ið kanska ikki síggjast so væl uttanhýsis, men kortini kunnu vera rættiliga umfatandi.
Ein av hesum funktiónum er varðveitsla av dátum. Sum jarðfrøðiligt savn fær Jarðfeingi eina ørgrynnu av dátum og tilfari at goyma. Tilfar, ið kann verða ómøguligt at endurgera, og sum ikki má farast. Savnsarbeiðið er rættiliga tíðarkrevjandi og má gerast við størsta varsemi, umframt at tað krevur teldutøkar og fysiskar goymslur og starvsfólk við góðum teldu- og goymsluførleika.

Telduskipanir til jarðfrøðilig og jarðalisfrøðilig arbeiði eru kompleksar, og handfaring og viðlíkahald av hesum krevur dugnalig starvsfólk.

Sum granskingarstovnur, har úslitið av arbeiðinum í stóran mun eru skrivligar frágreiðingar, er umráðandi, at frágreiðingarnar verða væl úr honum greiddar. Ein týðandi partur av hesum er tann grafiski parturin. Jarðfeingi er í tí hepnu støðu at hava starvsfólk, ið eisini megna hesa uppgávu.

Vón okkara er, at henda ársfrágreiðing kann geva eina mynd av tí, ið fyriferst á stovninum. Bæði tí, sum ljós vanliga verður varpað á, og teimum pørtum, sum - hóast minni eyðsýndir - eru alneyðugir partar av okkara virksemi.

Virksemið hjá Jarðfeingi í 2008 verður lýst í frágreiðingini her


Petur Joensen, settur stjóri

Skriva út Print
Tíðindi
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita