|
|
|
|
|
 |
|
|
Orka > Verkætlanir > Bygningar nú upphitaðir við jarðhita
|
|
|
|
Royndirnar, ið Jarðfeingi ger við jarðhita, eru komnar so langt, at tríggir virkisbygningar og tvey sethús nú verða upphitað við hitapumpum, ið taka hita úr jørðini. Til at finna útav, hvussu hitapumpurnar virka saman við vanligari radiator skipan og gólvhita skipan, ið fleiri nýggj hús eru farin at nýta, eru bæði nýggir og eldri bygningar við í royndini.
Eini vanlig sethús kunnu væntandi fáa hitatørvin nøktaðan frá einum 200 metra djúpum holi. Er talan um virkisbygning við størri orkunýtslu, er neyðugt at bora fleiri hol. Jarðhitaskipanin hvørki sæst ella hoyrist í nærumhvørvinum Tekniska útgerðin stendur innandura, og er tískil vard móti veðri og vindi.
|
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
 Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
 Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.
 Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
 Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
 Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.

|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|