Jardfeingi
Leita
Orka
Orka
Orkupolitikkur
Orkunýtsla hjá skipum
Orkunýtsla í húsum
Verkætlanir
Føroyskt biogassverk
Jarðhiti í Føroyum
Bygningar nú upphitaðir við jarðhita
Nólsoyarverkætlanin (2008)
Forkanning liðug
Nólsoyarverkætlanin (1. partur)
Felags brennistøð
Elkaðal til Íslands
Jarðhiti til upphiting
Nordisk Energikommune 2011
Ráðstevnur
Onnur lóggáva
NAHA
Hydrogen
Elveitingareftirlitið
Jarðhiti





Kann jarðhiti nýtast í Føroyum?

Jarðfeingi ger í hesum døgum kanningar, sum skulu vísa, um jarðhiti kann nýtast til upphiting av húsum. Eitt svenskt borifelag er í ferð við at bora tey fyrstu royndarholini, tvey í Havn og eitt á Tvøroyri.

Í næstu viku koma fólk frá Tekniska Universitetinum í Lund í Svøríki at gera hitamátingar í hesum holum. Úrslitini av mátingunum skulu vísa, um grundarlag er fyri at fara víðari við kanningunum. Um tað vísir seg, at hitaframleiðslan úr holunum er ov lítil til upphitingarendamál, verður verkætlanin steðgað, og ein vísindalig frágreiðing skrivað. Vísa kanningarnar hinvegin, at nóg mikið av orku fæst úr holunum, verður beinanvegin farið víðari at bora fleiri hol.

Ætlanin við hesi kanningini er at veita jarðhita til seks hús. Talan er um nýggj hús og eldri hús í ymsum støddum, vald á slíkan hátt at holini eru í bæði ovastu-, mið- og niðastu fláum.


Hitapumpur verða nýttar at flyta hitaorku úr berginum inn í húsini. Fyrimunir við jarðhita eru: 1) Hægri nyttustig, tí rímuliga støðugt hitastig er í jørðini alt árið 2) Tekniska útgerðin er undir jørð og inni í húsinum og harvið vard móti veðri. Av tí sama hvørki sæst ella hoyrist útgerðin í nærumhvørvinum.


Um alt gongur eftir ætlan, eru hitapumpur settar upp og farnar at virka í royndarhúsunum í august/september mánaða. Jarðfeingi fer við mátingum at fylgja gongdini nøkur ár fram í tíðina. Væntandi ber tó til eftir hálvum til einum ári at staðfesta, um grundarlag er fyri at nýta jarðhita í Føroyum. Tey, ið ætla at nýta jarðhita til upphiting, fáa tí væntandi møguleika til hetta í fyrru helvt av 2009.




Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.

Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita