|
|
|
|
|
 |
|
|
Orka > Verkætlanir > Forkanning liðug
|
|
|
|
Nólsoyarverkætlanin - forkanning Forkanningin liðug Forkanningin av orkuskipan í Nólsoy, sum Jarðfeingi, SEV, StatoilHydro og Enercon hava gjørt, er nú liðug. Endamálið var at kanna møguligar loysnir at skapa eina óhefta orkuskipan til oynna, ið kundi veita el og varma, grundað á varandi orku. Eisini skuldi metast um, í hvønn mun kannaðu skipanirnar vóru fíggjarliga burðardyggar. Frágreiðing um úrslitini frá forkanningini er nú skrivað, og um verkætlanin skal halda áfram, er neyðugt at stovna eitt felag, ið kann samráðast við myndugleikar og veitarar um neyðug loyvi og avtalur og finna ein hóskandi fíggjarligan leist. Útlendsku feløgini, ið hava luttikið í forkanningini, eru til reiðar at lata neyðugu tøknina til verkætlanina; men næsta stigið, sum er at stovna eitt felag, ið kann realisera verkætlanina, eigur at koma frá føroyskum kreftum. Tey, ið hava áhuga, kunnu fáa samlaðu frágreiðingina við at venda sær til Jarðfeingi.Ein stutt útgáva fæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Les meira her (1,17 MB)  |
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
 Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
 Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.
 Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
 Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
 Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.

|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|