Orkusparandi tiltøk í sethúsum
Í hesum døgum verður nógv tosað um hækkandi oljuprísir og hækkandi CO2 útlát.
Samstundis eru nógvir húsaeigarar farnir at hugsa um, hvussu alsamt vaksandi útreiðslan til upphiting kann gerast minni. Fleiri hava longu valt at royna alternativ til upphiting við olju.
Orkudeildin á Jarðfeingi hevur í eina tíð fylgt við í royndum hjá húsaeigarum, sum hava fingið sær varmapumpur ella sólfangarar.
Tá ið royndirnar enn fyri tað mesta hava verið í stutt tíðarskeið, ber illa til at koma við neyvum staðfestingum um úrslitini. Men av tí at so nógv verður tosað um, hvussu væl tað loysir seg at gera íløgur í alternativa útgerð, hava vit valt at koma alment fram við tí vitan, sum vit halda okkum hava um hesi viðurskifti.
Bjálving
Okkara royndir vísa, at oljuunýtslan í sethúsum vanliga er 15 til 20 litrar av olju um árið fyri hvønn fermetur av búðareali.
Hetta er sera høgt tal og vísir, at føroysk sethús sum heild eru illa bjálvaði.
Í nógvum førum ber til at minka oljunýtsluna niður í eina helvt (á leið 10 litrar/m2/ár) við bjálving.
Ein íløga í bjálving vil eisini skerja CO2 útlátið. Um oljunýtslan fer niður í eina helvt, minkar CO2 útlátið við 3 til 4 tonsum um árið í vanligum sethúsi.
Útreiðslan til bjálving er sjálvandi tengd at standinum á húsunum, men tað er sannlíkt, at ein íløga í bjálving kann vinnast inn aftur í einum tíðarskeiði, sum er stytri enn 15 ár.
Sólfangarar
Royndir í Føroyum gjøgnum fleiri ár vísa, at hvør fermetur av sólfangara sparir húsarhaldinum umleið 50 litrar av olju um árið.
Ein vanlig sólfangaraskipan, sum er 10 m2 , vil skerja CO2 útlátið við 1,5 tonsi um árið.
Íløgan í slíka skipan er umleið 60.000 kr. Við núverandi oljuprísum sparir húsarhaldið 3.500 krónur um árið. Íløgan í sólfangaraskipanina kann tí vinnast inn aftur eftir umleið 20 árum.
Varmapumpur
Ein varmapumpa ger oljunýtsluna í húsunum minni, men elnýtsluna størri, og tí eisini oljunýtlsuna hjá SEV størri. Tølini eru neyvt tengt at, hvussu væl varmapumpan virkar, eisini nevnt COP. COP er lutfallið millum framleidda varmaorku og tilførda elorku.
Um COP er størri enn 2, fremur varmapumpan niðurskurð í CO2 útlátinum, sjálvt um øll elorkan verður framleidd við tungolju frá SEV.
Jú størri COP er, jú betri loysir íløgan seg fíggjarliga.
Luft-luft varmapumpa
Luft til luft varmapumpur verða av nógvum nýttar sum ískoyti til sentralvarma.
Hesar hava eitt høgt COP (umleið 4), og íløgan er avmarkað. Fyrimunirnir eru tí, at íløgan er skjótt vunnin aftur (umleið 6 ár), og at CO2 útlátið fyri framleidda varman verður skorið við 40 %.
Vansar kunnu vera, at pumpan bara gevur varma til einstøk rúm, og at livitíðin er avmarkað til eini 10 ár.
Luft-vatn varmapumpa
Hesar varmapumpur verða nýttar ístaðin fyri oljufýr og eru vorðnar alsamt vanligari í verandi og eisini nýggjum sethúsum.
Í mun til skipan við oljufýri er íløgan umleið 60.000 kr. hægri. COP liggur vanliga millum 2 og 3, alt eftir slag av varmaskipan (radiatorar/gólvvarmi) og nýtslumynstri.
Eisini hesar varmapumpur minka um CO2 útlátið. Afturgjaldstíðin við verandi orkuprísum er 15 til 20 ár.
Aðrar varmapumpuloysnir sum vatn til vatn og jørð(berg) til vatn eru enn lítið royndar í Føroyum. Felags fyri tær eru, at tær eru dýrari at seta upp, men hava longri livitíð og síggjast og hoyrast minni í nærumhvørvinum.
Samanumtikið kann sigast, at omanfyri nevndu tiltøk í sethúsum øll geva minkandi oljunýtslu og harvið minkandi CO2 útlát. Samstundis kann sigast, at íløgurnar hava heldur langa afturgjaldstíð.
|