Jardfeingi
Leita
Lær á Jarðfeingi
Grót undir sjóneyku
Jarðarbygnaðurin
Kolvetni
Jarðskjálvtar og tsunami
Framsýningar
Vísindavøka 2011
Mentanarnáttin 2011
Vísindavøka 2010
Vitan á skák 2010
Savnsfagnaður 2009
Heystfagnaður 2008
Heystfagnaður 2007
Heystfagnaður 2006
Steinsløg
Faldarar
Heystfagnaður í heystfrítíðini

Mánadag 9.oktober til fríggjadag 13.oktober, kl 11 - 16

Heystfrítíðin byrjar, og vit kunnu aftur leggja leiðina til heystfagnaðin á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn. Her eru spennandi spøl, uppgávur og ítriv til børn og vaksin alla heystfrítíðina.



Í ár leggja vit dent á vandarnar, sum hótta føroysku náttúruna. Veitst tú, hvørjir fuglar eru hóttir í Føroyum? Og veitst tú, hvørjar plantur eru í vanda fyri at doyggja út? Kom í heystfrítíðini og finn út av tí.

Nógv spøl og ymsar uppgávur eru bæði til tey smáu og tey stóru børnini.

Fuglurin Pippus og Sóljublóman hava fjalt seg alla møguliga staðni. Kanska millum steinar, krabbar og toskar ella onkra aðrastaðni? Klára børnini at finna Pippus og Sólju aftur? Tey størru børnini fara at leita eftir vøkrum steinum, og reinsa leitibrunnin fyri øllum tí, sum ikki eigur at liggja í náttúruni.

Sum nakað heilt nýtt er ein skattaveiða fyri børnini í fríøkinum uttanfyri framsýningarhøllina. Her mugu børnini út í náttúruna og leita millum trø og runnar eftir loynidómunum, sum ikki vera avdúkaðir her. Í lesikrókinum bíðar láturkópurin við hópin av bókum um føroysku náttúruna.

Heystfagnaðurin bjóðar eisini børnunum at tekna okkurt av tí, sum tey síggja í framsýningunum. Tey vaksnu kunnu fáa sær ein drekkamunn, og børnini kunnu fáa sær saft og okkurt afturvið.

Tá børnini eru liðug at loysa uppgávur fáa tey heiðursbræv fyri avrik síni.

Heystfagnaðurin er felags tiltak hjá Náttúrugripasavninum og Jarðfeingi. Framsýningarnar eru opnar frá mánadegnum 9.oktober til fríggjadagin 13.oktober frá kl. 11 til kl. 16. Ókeypis atgongd í heystfrítíðini.

5.oktober 2006
Náttúrugripasavnið og Jarðfeingi

Fjølmiðlar eru vælkomnir at vitja heystfagnaðin mánadagin kl 10. Tað ber eisini til at vitja eftir nærri avtalu. Ringið tlf 35 23 00 ella fartelefon 21 45 78 og spyrjið eftir Palla Askham.

Skriva út Print
Tema
Greinir og myndir, sum greiða frá jørðini, gongutúrum ella steinsløgum verða savnaðar her.

Mentanarnáttin 2011
Jarðfeingi hevur opið hús á Mentanarnáttini 3. juni frá kl 16 til 21 (ókeypis atgongd). Les meira her.


Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita