|
|
|
|
|
 |
|
|
Lær á Jarðfeingi > Jarðskjálvtar og tsunami
|
|
|
|
Jarðskjálvti við Solomonoyggjarnar elvdi til tsunami 1.apríl
Ein jarðskjálvti við Solomonoyggjarnar kl 20:40 1.apríl var so harður, at ávaringarstøðirnar í økinum settu í gongd eina tsunamiávaring fyri stórar partar av útsynningsøkinum í Kyrrahavinum, Solomonoyggjarnar, Papua New Guinea, Australia og New Zealand. Jarðskjálvtin varð máldur at vera 8,1 á Richter-stiganum.

Jarðskjálvtin elvdi til eina tsunami-aldu, sum skolaði inn yvir fleiri av Solomonoyggjunum og Papua New Guinea. Fólk á staðnum boðaðu frá, at aldan var fleiri metrar høg summa staðni. Ávaringar um tsunami vóru sendar út fáar minuttir eftir hendingina, men tsunami-aldan skolaði inn yvir Solomonoyggjarnar so skjótt, at tey nærmastu fólkini náddu ikki at fáa hesar ávaringar. Tey kendu ristingarnar frá jarðskjálvtanum og megnaðu at bjarga lívinum við at flýggja niðan í brekkurnar.
Les meir á BBC: http://news.bbc.co.uk/2/hi/asia-pacific/6516759.stm
Tsunami-ávaringin aftaná jarðskjálvtan við Solomonoyggjarnar er tann 9. ávaringin í hesum árinum og er tann næstmest álvarsama ávaringin av hesum hendingunum. Yvirlit yvir ávaringarnar í ár síggjast á heimasíðuni hjá NOAA: http://www.prh.noaa.gov/ptwc/messages.php
Stórir jarðskjálvtar á havinum ella nær við havið kunnu elva til tsunami. Vit sóu í jóla-tsunami alduni í 2004, hvussu oyðileggjandi tílíkar hendingar kunnu vera. Smærri jarðskjálvtar kunnu eisini elva til oyðileggjandi hendingar um t.d. hesar elva til omanlop á havbotninum.
Les meir um evnið:
Hvar henda jarðskjálvtar og tsunami?
Tín fyrsta tilbúgving móti tsunami-vanda
|
|
 |
|
|
|
|
Greinir og myndir, sum greiða frá jørðini, gongutúrum ella steinsløgum verða savnaðar her.
|
|
|
|
Jarðfeingi hevur opið hús á Mentanarnáttini 3. juni frá kl 16 til 21 (ókeypis atgongd). Les meira her.
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|