Jardfeingi
Leita
Olja
Útbjóðingarumfør
Loyvishavarar
Forkanningar
Leiðbeining
Veitt forkanningarloyvi
Leysgeving av dátum
Førleikamenning
Ráðstevnur
Greinar
Lógir og kunngerðir
Søga

Forkanningarvirksemi

Eitt forkanningarloyvi gevur rætt at gera ymiskar jarðfrøðiligar kanningar, ið verða nýttar sum grundarlag fyri seinni leitingum eftir og møguligari framleiðslu av olju og jarðgassi.

Eitt forkanningarloyvi kostar 75.000 kr. árliga. Har afturat tekur Jarðfeingi eitt umsitingargjald - 10.000 kr. - fyri viðgerðina av hvørjari umsókn.

Forkanningarloyvið gevur ikki rætt til at útvinna olju ella gass. Jarðfeingi fær avrit av øllum kanningarúrslitum til viðgerðar og varðveitslu.

Fyri sum minst at órógva gýtingarstovnarnar og fiskiveiðu eru seismiskar kanningar á havøkinum kring Føroyar avmarkaðar til ávís tíðarskeið á árinum.

Eitt føroyskt fiskiveiðiumboð skal vera umborð á øllum kanningarskipum. Uppgávan hjá umboðnum er at samskifta við fiskiskip og myndugleikar fyri at tryggja, at kanningarvirksemið fer fram við hóskandi atliti til annað virksemi á økinum.

Jarðfeingi kann vísa kanningarfeløgunum á skikkað fiskiveiðiumboð.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís oljutema, verður savnað her.
FIEC12 var hildin 1. og 2. mai í Norðurlandahúsinum. Í løtuni verður arbeitt við at fáa savnað vísundaligar greinar til eitt serrit eins og á undanfarnu ráðstevnunum.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita