KolvetnisskipanOljuleiting er ein tilgongd, ið umfatar nógv ymisk fyribrigdi. Hesi eru millum annað:
Fella: skap í undirgrundini, har kolvetni verður fangað
Goymslugrýti: grýti, har kolvetni kann renna í gjøgnum ella liggur goymt.
Takgrýti: grýti, har kolvetni ikki kann renna gjøgnum
Timing: spurningurin um, nær kolvetni varð framleitt í mun til, nær fellan er íkomin.
Neyvt atlit eigur at verða tikið fyri hvørt av hesum fyribrigdum í sambandi við hvørt einasta leitimið. Um bert eitt av fyribrigdunum ikki er til staðar í sambandi við eitt ávíst leitimið, verður onki kolvetni funnið í hesum leitimiði.

Myndin vísir týdningin av timing. Á fyrstu myndini sæst olja renna í gjøgnum goymslugrýti. Á næstu myndini er fella íkomin, og olja verður tí fangað, meðan fellan er fylt á triðju myndini, og tí rennur olja aftur framvið.
Heri Ziska skrivaði eina grein um hetta til Frøði nr. 1 í 2005, og hendan greinin kann lesast
her (212 KB) 
.
Greinin er ein stutt gjøgnumgongd av nevndu fyribrigdum.