Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Skipanin nærkast
Skipanin koyrir
Hvar eru Føroyar?
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Alment yvirlit til staðsettar dátur

Við komandi yvirlitinum fer at bera til at finna allar upplýsingar um støð á einum lista. Almennir stovnar og privat virki í Føroyum fáa eina felags skipan at sýna fram sítt staðsetta (sí 1) tilfar.

Spíri
Tá ið fólk, sum arbeiða við GIS (sí 2), hittast, fellur prátið ofta á, hvussu hent ein felags skráseting og yvirlit av staðsettum dátum hevði verið.
Uppgávan hjá einstøkum persónum ella stovnum at byggja upp tílíka skipan er so stór, at hon verður ofta lopin um, og tað er spell. Tí er skjøtil settur á eina savnandi verkætlan millum stovnar og fyritøkur.



Eystara Bryggja, Tórshavn, við staðsettum dátum


Av bakkastokki
Fyrst var ein BitStova (sí 3) hildin í desember 2005. Endamálið við Bitstovuni var at kanna, um undirtøka er fyri hesi ætlan, hvussu hon kann gerast veruleiki, og hvussu hon kann fíggjast - við øðrum orðum at semjast um ein arbeiðsleist í samband við at menna hesa felags skipanina til staðsettar dátur. Á BitStovuni vóru eini 20 stovnar og virki umboðaði, og stórur áhugi var fyri ætlaðu skipanini, so vit avgjørdu at halda fram.

Sjónarringurin
Í løtuni verður arbeitt við eini verkætlanarlýsing, so áhugaði kunnu taka støðu til, um ætlanin við ognarviðurskiftum, menning og kostnaði er nakað fyri tey. Verkætlanarlýsingin verður løgd fram fyri áhugabólki í næstum.
Nýliga er settur stýrisbólkur at taka støðu til, um luttakandi stovnarnir vilja gera kravdar íløgur í skipanina.
Fyri at skipanin skal koma at virka, skulu hesi stig fremjast í verki:

1. Bitstova (hevur verið)
2. Initiering og kravfesting (er í gongd)
3. Kravfesting
4. Útboð
5. Menning
6. Test
7. Rakstur

________________________________________________

1) Staðsettar dátur: dátur sum á einhvønn hátt eru heftar at einum ella fleiri støðum, t.d. eitt grundstykki, eitt berghol ella ein oljukelda.

2) GIS: Geographic Information System

3) BitStova: Ein BitStova er eitt verkstovutiltak, sum tekur 1-2 dagar. Á BitStovum verða evni tikin upp, greinað og lýst nærri saman við serkønum fólki uttanífrá. BitStovur eru ætlaðar serfrøðingum, sum vilja vita meira um ávís evni, sum teir arbeiða við dagliga.
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita