Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Gos við Grímsvøtn
Eyjafjallajökull
Dagførd føroysk fláaskipan
Jarðsjálvti í Japan
Jarðskálvti í Kili
Berglop í Nólsoy
Jarðskjálvti máldur
Veðurlag í 100 ár
Bermudagátan
Jarðskjálvti Svalbard
Jarðskjálvti í Indonesia
Merapi í útbrot
Japan Earthquake
Leinkjur

Føroyingur hevur kannað jarðfrøðiligaBermuda-gátu

Undirgrundin á einasta koral-atollinum íAtlantshavinum hevur leingi verið ógreið og illa lýst. Hetta hevur einføroyingur arbeitt við, og úrslitini hava stóran vísindaligan týdning

Nýggjar dátur um gamlar gátur
Gáturnarum Bermuda eru fleiri enn horvin flogfør, skip og bátar. Nógv er skrivað umBermuda, men nærum einki ítøkiligt um grótið undir kálkinum. Einastujarðevnafrøðiligu kanningarnar á prenti eru nærum hundrað ára gamlar. Nýmótansframkomnar jarðevnis kanningar av gróti frá Bermuda eru gjørdar á lærdaháskúlanum í Keypmannahavn av Símun D. Olsen. 

Bermuda og subduktión
Bermuda er eindømií Atlantshavinum, ein atollur. Ein atollur er sokkið gosfjall við koral-vøkstriomaná. Undir kálkinum er basalt og eitt sjáldsamt grótslag nevnt nefelinit. Ikkinokk við at grótið er sjáldsamt. Jarðevnafrøðin í nefilinit grótinum er greitttekin um, at tilfarið langt niðriundir Bermuda inniheldur lutfallsliga nógvkrystalvatn. Eisini bendir jarðevnafrøðin á, at plátuvond-modellið (plátutektonik) í ringasta føri má endurskoðast, tí einasta staðið, har líknandijarðevnafrøði er funnin, er við subduktións-økir (danskt: øbuer). Og stytstaleið til líknandi øki frá Bermuda er 1400 km.

Endurnýtsla av basalti
Einasta staðið,har grót við líknandi jarðevnafrøði er funnið er við subduktións-økir (sí mynd).Skal plátuvond-modellið standa, merkir tað, at eldgosið Bermuda goysir partvísendurnýtt basalt: tvs. basalt, sum fyrr hevur sæð dagsins ljós.

 

Jarðevnafrøði
Bermuda er kortini ikkieinasta stað, sum bendir á endurnýtslu. Serfrøðingar hava sipað til endurnýtsluav ávísum jarðevnafrøðiligum evnum, men á Bermuda eru ábendingarnar somikiðsterkar, at øll jarðevnfrøðin og steinsløgini í grótinum benda á endurnýtslu.

Leinkja til pdf: MSThesis.pdf(18,13 MB)

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita