Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur

Søgan hjá Jarðfrøðisavninum

Føroya Jarðfrøðisavn varð sett á stovn í 1951. Setningurin var at gera jarðfrøðilig kort av Føroyum í samstarvi við DGU (Danmarks Geologiske Undersøgelser), at stovna eitt jarðfrøðiligt savn og virka sum ráðgevi fyri Føroya Landsstýri.

Jóannes Rasmussen (f. 1912 - d. 1992) var fyrsti stjóri á Jarðfrøðisavninum, og stjórnaði hann savninum í samfull 40 ár. Hann tók prógv sum M.Sc. í jarðfrøði frá Københavns Universitet í 1950. Frá 1953 starvaðist hann sum jarðfrøðingur á DGU, samstundis sum hann var stjóri á Jarðfrøðisavninum. Í 1955 gjørdist savnið partur av nýggja Náttúrugripasavninum.

Jarðfrøðisavnið hevur húsast ymsastaðni í Havn  

1952-1995  í V. U. Hammershaimbsgøta 13
1995 to 2000  í J.C.Svabosgøta 14
Síðan mai 2000 í Brekkutún 1, Hoyvík

Nýggj virkisøki og nýggjur bygnaður

Eftir at Føroya Landsstýri og stjórn Danmarkar í september 1992 høvdu rokkið eina prinsippavtalu um, at málsøkið "ráevni í undirgrundini" skuldi yvirtakast sum sermál sambært heimastýrislógini, setti Landsstýrið við skrivi frá 11. desember 1992 niður eina Oljuráðleggingarnevnd at gera tilmæli um tiltøk til fyrireiking av leiting eftir kolvetni í undirgrund Føroya og at fyrireika lóggávu um kolvetnisvirksemi. Hetta var byrjanin til veruliga oljuleiting á føroyskum øki.

Oljuleitingin byrjar

Oljufyrisitingin varð sett á stovn í januar 1993. Fyrisitingin skuldi orða uppskot til lógir, reglugerðir og vegleiðingar sum heild innan kolvetnisøkið, umsita samtyktu lógirnar og reglugerðirnar, samskipa virksemið við aðrar stovnar inn- og uttanlands og virka sum sekretariat fyri Oljuráðleggingarnevndina.

Jarðfrøðisavnið hevði týðandi leiklut, hvat viðvíkur jarðfrøðiligu og jarðalisfrøðiligu viðurskiftunum í sambandi við oljuleitingina. Martin Heinesen var leiðari av Oljufyrisitingini, samstundis sum hann var stjóri á Jarðfrøðisavninum.

Orsakað av nógv økta virkseminum, varð bygnaðurin á Jarðfrøðisavninum umskipaður í 2000. Jarðfrøðisavnið varð loyst frá Náttúrugripasavninum, og gjørdist í størri mun ein kanningarstovnur. Jarðfrøðisavnið bleiv sjálvstøðugur stovnur undir Oljumálaráðnum, og virkaði sum ein samkervispartur hjá Oljumálaráðnum, tá ráddi um oljuleiting, samstundis sum stovnurin hevði ábyrgd av øllum jarðfrøðiligum og jarðalisfrøðiligum viðurskiftum í sambandi við oljuleiting undir Føroyum.

Eisini var Jarðfrøðisavnið samskipari av og hevði umsjón við øllum øðrum jarðfrøðiligum arbeiði á føroyskum øki. Upprunaligu uppgávur stovnsins vóru ikki broyttar. Savnið skuldi framvegis ráðgeva myndugleikunum í jarðfrøðiligum og tekniskum spurningum, virka sum ein almenn jarðfrøðilig kunningartænasta og skipa fyri framsýningum í samstarvi við Náttúrugripasavnið.

Martin Heinesen fór úr stjórastarvinum til tess at standa fyri føroyska virkseminum í sambandi við Havrættarsáttmálan (landgrunsmarkið uttan fyri 200 fjórðingar). Sigurð í Jákupsstovu bleiv nýggjur stjóri á Jarðfrøðisavninum.

Nýggjur stovnur við heitinum Jarðfeingi

Í 2005 varð avgjørt, at Oljufyrisitingin og Jarðfrøðisavnið skuldu leggjast saman til ein stovn og 10.februar í 2006 varð navnið hjá nýggja stovninum almannakunngjørt: Jarðfeingi.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita