Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
1. Froðba
2. Reyðibarmur
3. Zeolitholan
Søga
Greinir
Leinkjur
Reyðibarmur í Hvalba

Vegurin gjøgnum Hvalbiarbygd gongur eystur á tunnilin til Sandvíkar. Heldur tú fram eftir gøtuni, sum skilir seg frá vegnum undir brekkuni niðaná, kemur tú út á Reyðabarm.



Reyðibarmur er beint undir tunnilsmunnanum. Tilfarið í bakkanum er leyst gostilfar, alt sum tað er: gosøska, goseyrur, gosbumbur og gosilska, sum eru samanfest til eina gosmyrju. Vit halda, at Reyðibarmur er tvørskurður gjøgnum eina goskluft, sum gekk í útnyrðing-landsynning.
Miðskeiðis í bakkanum er gosmyrjan alreyð. Innskotið blágrýti skjýtur seg her einar 10m upp í hana og greinar seg sundur í erva.
Eystantil á barminum er tilfarið blandað, fínari og grovari hvørt um annað, tað er gráligt ella brúnlitt. Oman á tí er ein royðugrýtislind, og oman á henni aftur eru miðfláirnar.
Inni á sjálvum Reyðabarmi og í innvikunum vestanfyri er møl. Áður var eingin møl her, sjógvurin gekk heilt inn at bakkanum.



Tá ið sprongt bleiv fyri tunnlinum gjøgnum fjallið til Sandvíkar, varð grótavlopið blakað niður í gilið beint upp av barminum, og longu eftir einum tveimum árum lá ein javnbreið malarbrúgv við vælbrýndum malargróti inn við barmin.
Við tunnilsmunnan sært tú oman á Reyðabarm, sum ber navn sítt eftir teirri reyðu gosmyrjuni.


Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita