Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
1. Froðba
2. Reyðibarmur
3. Zeolitholan
Søga
Greinir
Leinkjur
Súlugongir og viftur í Froðba

Lava, sum skýtur seg upp í rivur ella inn ímillum aðrar fláir og storknar har, verður rópt innskot ella innskotin grótsløg. Lava kólnar og storknar, tá ið hon ber við kalt. Tá tódnar hon, og rivur koma í. Hesar rivur ganga vinkulrætt inn á tí køldu flatuna. Rivurnar fáa basaltið at støkka sundur í 4, 5 ella 6-hyrntar stabbar. Har lava hevur runnið eftir sløttum lendi, eru stabbarnir loddrættar og einsháttaðar, nett sum súlugongir.

Har lava rennur eftir ójøvnum, knortlutum lendi, bendast stabbarnir ymsar vegir ella fáa viftuskap. Sama hendir, tá ið lava storknar á vátligum lendi ella rennur út í lægdir við vatni í.


Kort yvir jarðfrøðina kring Trongisvágsfjørð. Myrki grøni liturin er niðastu fláir, og ljósari grøni liturin er miðfláirnar. Reyða linjan er kolalindin.


Niðanfyri eru nakrar myndir frá Kulugjógv og stabbum í Froðba. Bøkurnar "Føroya jarðfrøði" og "Øldir og upphav", sum Jóannes Rasmussen hevur skrivað, greiða nærri frá jarðfrøðini í Suðuroy.


Viftan við Kulugjógv í Froðba


Høgt stabbagrót framm við vegnum í Froðba


Við sjóvarmálan eru eisini brotstabbar at síggja.



Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita