Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
NAGTEC
Skriðulop
Boringar á Nólsoy
Nýtt jarðfrøðiligt kort
Landgrunnurin §76
Refraktión
Sornfelli veðurstøð
Erosión í Norðanlondum
Hósvíkshagin
Heyggur við rennibreyt
Gosdeplar
Strukturjarðfrøði
Magnetisma í basaltøki
SeiFaBa
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur

Basaltknúturin loysnar við nýggjum kanningum

Í 2003 vórðu seismiskar kanningar gjørdar á Glyvursnesi í Havn sum liður í SeiFaBa átakinum. Hesar kanningarnar eru týðandi íkast til at loysa basaltknútin. Tey fyrstu úrslitini eru nú almannakunngjørd í altjóða vísindatíðarritinum First Break.

Málið við kanningunum var at kanna útbreiðsluna av seismiskum bylgjum í einum øki, har teir seismisku eginleikarnir av basaltfláunum eru rættiliga væl kendir.

Fýra ymiskir hættir vórðu nýttir at innsavna dátur: Airgun-stream, airgun-geophone, dynamite-geophone og dynamite-streamer. Eitt stratigrafiskt model fyri Føroyar saman við boriholsloggum varð brúkt til at gera eitt model fyri basaltfláirnar.

Nýggu seismisku kanningarnar megna at fanga botnin av Miðfláum, soleiðis at tað ber til at fylgja skapinum av Miðfláum yvir langan tein. Úrslitini vísa, at Miðfláir broytast nógv yvir stutta leið. Í Vestmanna eru tær tilsamans umleið 1400 m tjúkkar, meðan tær bert eru o.u. 1050 m á Glyvursnesi. Dátuviðgerðin vísir eisini, at til ber at eyðmerkja basaltformatiónir (t.d. Miðfláir) beinleiðis útfrá seismiskum dátum við at nýta samansetta tíðarfrekvens greining.

Samanbering av ymsu upptøkuhættunum vísir, at airgun-geophone upptøkuhátturin er so nógv tann besti, tá viðvíkur signal-óljóðslutfallinum.

Staðið fyri kanningunum og greinini hava Uni K. Petersen, Ph.d-lesandi, og Morten Sparre Andersen, professari, á Náttúruvísindadeildini, saman við R. S. White professara á University of Cambrigde, umframt aðrir luttakarar í SeiFaBa-bólkinum. SeiFaBa verkætlanin er fíggjað av Sindri bólkinum.

Greinin er tøk á heimasíðuni hjá Náttúruvísindadeildini.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita