Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
NAGTEC
Skriðulop
Boringar á Nólsoy
Nýtt jarðfrøðiligt kort
Landgrunnurin §76
Refraktión
Sornfelli veðurstøð
Erosión í Norðanlondum
Hósvíkshagin
Heyggur við rennibreyt
Gosdeplar
Strukturjarðfrøði
Magnetisma í basaltøki
SeiFaBa
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur
Nýtt jarðfrøðiligt kort


Í 2004 byrjaði verkætlanin við at dagføra landsumfatandi jarðfrøðikortini við nýggjastu vitanina frá rannsóknum og kortlegging seinastu árini.

Tann grundleggjandi vitanin um Føroya jarðfrøði, sum varð borin fram á teim jarðfrøðiligu kortunum í 1969, var grundað á kanningar í meir enn 30 ár. Nú næstan 40 ár eru liðin, er tíðin komin til at tillaga fatanina av føroysku jarðfrøðini og tekna hesar broytingar inn á nýggj kort.



Henda stóra verkætlanin fevnir bæði um prenting av nýggjum jarðfrøðiligum kortum og prenting av ritsavni av greinum um ymisk evni um, hvussu Føroyar vóru til. Nøkur av teimum viðgjørdu evnunum fevna um eldgosini, tey ymsu basaltsløgini, um umhvørvið í gosvirknu tíðini, og ikki minst um, hvussu hetta landaøkið broyttist aftaná, at eldgosini slóknaðu.

Verkætlanin savnar ein part av vísindafólkunum úr Jarðfeingi í Føroyum, GEUS í Danmark, og universitetum í Onglandi. Hesi vísindafólk hava í mong ár arbeitt við jarðfrøðini á landi í Føroyum.



Nýggju kortini og ritgerðin verða eftir ætlan liðug í 2007.
Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita