Elektron-mikrosondu kanningar av steinsløgum
Basalt og onnur grótsløg eru øll uppbygd av ymsum steinsløgum ella mineralum. Við at kannað evnafrøðina hjá hesum steinsløgum ber til at siga nógv um upprunan til tað magmagrýti, ið steinsløgini eru gjørd úr, og harvið geva eina nágreiniliga lýsing av teimum máttum, ið gjørdu seg galdandi, tá ið grótið bleiv til.
Í basalti eru tað serliga steinsløgini, plagioklas, pyroxen og olivin ið eru við meirilutan. Hesi steinsløg eru øll sokallaði silikat-steinsløg, og hava SiO4-tetraedur sum hornastein í krystallbygnaðinum.
Evnafrøðiligu kanningarnar av steinsløgunum verða gjørdar við einari elektron-mikrosondu (Electron Microprobe), har ið ein skerpaður elektrongeisli verður sendur inní grótið, sum síðani sendur út røntgengeislar (X-ray). Hesin geisli inniheldur í sínum spektrum upplýsingar um hvørji grundevnið eru í tí einstaka steinslaginum. Einamest er tað innihaldið av Al2O3, MnO, K2O, Cr2O3, Na2O, SiO2, MgO, CaO, NiO, FeO og TiO2, ið ein hugt verður mest at.
Hetta kanningararbeiðið verður gjørt í sambandi við lýsing av basaltgosbræðingum á føroyska landgrunninum, Hetlandsrennuni og á Íslandsrygginum og eru partur av stóru landgrunsverkætlanini (§76) og Ph.D-ritgerðini hjá Una Árting.
Grótflís (thin section) av Føroyskum basalti. Á myndini síggjast steinsløgini olivin (gulligt) plagioklas (grá-hvítar nálir) og smærri pyroxen steinsløg (smærri blálig). Myndin er umleið 2mm breið.
|