Eftir tey fyrstu árini av verkætlanini at hava savnað inn, viðgjørt og tulkað ein hóp av dátum og mett um møguleikarnar fyri landgrunskrøvum út um 200 fjórðingamørkini norðan fyri og sunnan fyri Føroyar, varð tíðliga í 2008 gjørt av, at farast skuldi undir at fyrireika ta ítøkiligu próvførsluna og skjalatilfarið, sum skal leggjast fyri Landgrunsnevndina hjá ST viðvíkjandi í fyrsta lagi einum landgrunskravi út um 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar.
Tann 1. apríl fór ein Task Force undir leiðslu av Jarðfeingi og GEUS formliga undir at fyrireika próvførsluna. Aðrir limir í tí 10-manna stóru Task Force koma frá uttanríkisráðunum í Føroyum og Danmark og frá DTU Space.
Við árslok var komið undir land við at gera kravskjalið klárt, og á vári 2009 verður støða tikin á politiskum støði, um og nær kravið formliga skal leggjast fram fyri Landgrunsnevndina hjá ST.
Í 2008 vórðu seismiskar mátingar og djúpdarmátingar gjørdar bæði sunnan fyri og norðan fyri Føroyar. Við hesum verður nú mett, at tað ikki verður tørvur á fleiri tílíkum mátingum norðan fyri, men tað kann koma upp á tal at gera onkrar seismiskar kanningar afturat sunnan fyri Føroyar tey komandi árini.
Ægisryggurin og tjúkkar legugrýtisfláir á botni í Norðurdjúpum eru grundarlagið fyri einum umfatandi landgrunskravi út um 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar.