Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
Ársfrágreiðing
2008
Olja
Orka
Jarðfrøði
Kloakktunnil
SINDRA verkætlanir
SINDRI – Samskipari
Loyvið 005 felttúrur
IGC-ráðstevna
IGC-útferð nr. 6
IGC-útferð nr. 7
IGC vísindalig nevnd
Kolanámið í Hvalba
NB07-útferð
Lesandi
Borðoyartunlarnir
Grein í Geoscientist
GeoArkivið
Vatngoymslutunnil
Isotopkanningar
Landgrunsverkætlanin
Mikrosondu kanningar
At lesa landið
Tsunami
Skriðulop
Kunning
2007
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Jarðevnafrøðiligar isotopkanningar av basalti




Jarðevnafrøðiligar kanningar av basalti, og øðrum gróti, fevna um eina ørgrynnu av kanningarhættum, ein teirra kallast isotop-jarðevnafrøði. Hesar kanningar viðgera lutfallið av ymsum isotopum í gróti ella steinsløgum. Í flestu førum er talan um Pb, Nd, Sr og He isotopar, men eisini verða O, Al, Mg, Re og Os isotopar kannaðir í sambandi við jarðevnafrøðilýsingar av basalti.

Í hesari Ph.D.-verkætlan hjá Una Árting, eru borispønir (cuttings) av basalti frá Erlend gosdeplinum í Hetlandsrennuni kannaðar. Serligur dentur er lagdur á Pb, Nd og Sr isotoparnar. Hetta fyri nærri at lýsa upprunan, keldutilfarið, skapanarmáttir hjá gosbræðingunum ið uppbyggja Erlend gosdepilin. Hesar isotopdátur verða síðani samanbornar við dátur frá føroyska basaltháslættanum, Íslandi, Eysturgrønlandi og líknandi gosdeplum sunnanfyri Føroyar og á Hatton-Rockall bankanum.

Kanningarstovurnar ið arbeiðið verður gjørt á, eru á Geologisk Institut á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Serlig krøv eru til tílíkar kanningarstovur, ið eisini verða kallaðar “Clean Rooms”. Hetta tí at nøgdirnar av grundevnunum, ið vera kannaði eru sera smáar (3-10ppm) og sostatt sera viðkvæmar fyri dálking.



TIMS (Thermal Ionization Mass Spectrometer) maskinan, ið verður nýtt til isotopmátingar. Her á myndini sæst kamarið, ið royndirnar verað settir í og háspennings-streymleiðing.
Skriva út Print
Tíðindi
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita