| Jarðfeingi hevur sett ein lítlan teig – “Nýtt til Jarðfeingi” – á heimasíðuforsíðuna. Ætlanin við hesum teigi er at geva uttanhýsisfólki, sum hava onkrar viðmerkingar til heimasíðuna ella okkurt áhugavert til okkara lesarar, eitt høvi at greiða frá hesum. Talan er ikki um eina opna tíðinda- ella kjaksíðu, men eitt høvi at senda ritstjórnini okkurt áhugavert, sum hon so kann seta á heimasíðuna, um hon metir tað vera hóskandi.Tað kann t.d. vera viðmerkingar, spurningar, onkur hending ella fyribrigdi, sum hava tilknýti til okkara virksemi ella virkisøki; eisini hevði tað verið áhugavert at hoyrt frá fólki, sum hava tikið eina hægri útbúgving ella takast við onkra áhugaverda verkætlan við atliti at spurningum innan okkara virkisøki. |