Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Oljufeløg bjóðað at vísa á nýggj leitiøki
24. september 2003

Oljumálaráðið er farið undir at fyrireika annað loyvisumfar á føroyska landgrunninum. Sum ein liður í fyrireikingunum hevur Jarðfrøðisavnið bjóðað oljufeløgum at vísa á hvørjar teigar, tey ynskja boðin út til leitingar í sambandi við annað loyvisumfar.

Tað er vanlig mannagongd, tá nýggj leitiøki skulu veljast, at oljumyndugleikarnir heita á ídnaðin um vísa á, hvørji øki tey halda vera áhugaverd. Henda mannagongd varð eisini nýtt undan fyrsta føroyska loyvisumfarinum.

Tilmælini frá oljufeløgunum, sum skulu fevna um føroyska økið innanfyri 200 fjórðingar, skulu vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2003.

Oljufeløgini eru í innbjóðingini biðin um at viðmerkja, hvørt teigarnir, tey hava valt, eru roknaðir sum 1) áhugaverdir ella 2) sera áhugaverdir.

Tilmælini verða løgd til grund, tá Oljumálaráðið ger av, hvørji øki verða boðin út til leiting og framleiðslu í øðrum loyvisumfari.

Landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør, miðar eftir at lata annað loyvisumfar upp í fyrru helvt av 2004. Loyvi verða eftir ætlan veitt í seinnu helvt av 2004.


24. september 2003
Oljufeløg bjóðað at vísa á nýggj leitiøki
4. august 2003
ENI leitibrunnur 6004/17-1
12. juni 2003
Borigóðkenning til ENI Denmark BV
22. mai 2003
Stjóri settur á Jarðfrøðisavninum
6. mars 2003
Leiðreglur í samband við stuðul frá loyvishavarum til vinnuliga førleikamenning
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita