Leitibrunnur 6104/21-1, ið pallurin Stena Don hevur borað fyri Statoil samtakið á loyvi nr 006, er nú liðugt boraður. Brunnurin, sum er á 478 metra havdýpi, røkkur 4.201 metrar niður undir sjóvarmálan. Brunnurin verður nú endaliga afturlatin.
Sambært loyvistreytunum skuldi brunnurin upprunaliga borast niður á 3.780 metrar, men Statoil samtakið søkti um loyvi at dýpa brunnin niður á 4.400 metrar. Vegna tekniskar trupulleikar valdi samtakið tó at steðga boringini á 4.201 metrum, áðrenn endaliga málið fyri boringini varð rokkið. Rakt varð ikki við kolvetni í nevniverdum nøgdum, tó vórðu spor av gassi máld í brunninum.
Tað hevur gingið væl at bora gjøgnum basaltfláirnar, og hevur boriferðin verið hægri enn væntað. Mett verður at sannlíkindi eru fyri at finna kolvetni djúpri enn borað varð til.
Hetta er ein týðandi boring fyri framtíðar leiting við Føroyar. Hon hevur staðfest, hvussu tjúkt basaltið er á East Faroe High rygginum og givið okkum týðandi vitan um jarðfrøðina undir basaltinum. Nú verður farið undir at kanna nógvu royndirnar og mátingarnar frá boringini nærri, soleiðis at framtíðar leiting fær mest møguligt gagn av nýggju upplýsingunum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm sigur, “Eg hevði sjálvandi vónað, at rakt varð við kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, men eg fegnist um, at brunnurin hóast alt hevur verið væleydnaður í aðrar mátar, og at nýggj, týðandi vitan er fingin til vega til gagns fyri framtíðar leiting. Hetta er fimti brunnurin á føroyskum øki og tann fyrsti brunnurin, sum borar gjøgnum basaltið, og tí mugu vit hyggja eftir úrslitinum í einum størri høpi. Fyrstu fyrireikingarnar til triðja útbjóðingarumfar eru farnar í gongd og heldur hetta arbeiðið nú áfram. Eg vænti, at triðja umfar verður á heysti 2007 sum ætlað.”
Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við
Landsstýrismannin í vinnumálum á tlf 35 60 60
ella Jarðfeingi á tlf 35 70 00
|