Seinnapartin í dag hevur BP sum fyristøðufelag fyri loyvi 007 handað umsókn um boriloyvi til Jarðfeingi. Sambært lóggávuni skal ein boriumsókn latast myndugleikunum í seinasta lagi 3 mánaðir, áðrenn farast kann undir eina boring.
Ein boriumsókn lýsir m.a. viðurskifti viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við borivirksemið.
Ætlaða boringin er eitt úrslit av avtalu millum landsstýrismannin og BP, Shell og Anadarko, sum var samtykt í oktober 2005. Sambært avtaluni skal ein brunnur borast á loyvisøki 007 í staðin fyri boriskyldurnar, sum vóru eftir frá loyvi 004. Loyvi 007 er upprunaliga eitt 9-ára loyvi, sum varð veitt í fyrsta útbjóðingarumfari til Anadarko. Brunnurin verður boraður í William leitimiðinum, sum liggur inni á basaltøkinum.
Brunnurin er eitt gott dømi um, at ætlanin við 9-ára loyvunum um at búna økir, sum vóru mett at verða ov váðafull, til at oljufeløgini kundi átakar sær leitiskyldur, tá loyvini vóru veitt, hevur eydnast.
Feløgini í loyvi 007 eru: BP við 50%, Shell við 25% og Anadarko við 25%.
Sí eisini tíðindaskriv frá 11. oktober 2005 víðvíkjandi fluttu boriskyldunum og kort yvir loyvini á føroyska økinum.
|