Heystfagnaður í døgunum 13. til 17.oktober
Uppgávur og tiltøk til børn, ung og vaksin.
Føroya náttúra, lívið í sjónum og føroysk list.
Heystfagnaðurin verður hildin í heystfrítíðini í døgunum 13.-17. oktober kl 11-16. Hetta er 7. ferð, Heystfagnaðurin letur upp hurðarnar fyri børnum og vaksnum til eina løtu við spølum, uppgávum og hugna.
Tiltakið er víðkað í ár. Heystfagnaðurin er í ár felags átak hjá Føroya Listasavni, Sjósavninum og Náttúrugripasavninum (og Jarðfeingi). Listasavnið og Náttúrugipasavnið hava ókeypis atgongd. Sjósavnið bjóðar gestum til hálvan prís. Á Fornminnissavninum er opið og ókeypis somu tíðir.
Uppgávur, mynda- og skattajakt, tekniborð og lesikrókar finnur tú á Heystfagnaðinum. Vitja øll søvnini og luttak í lutakastinum um eina ferð við tyrluni.
Mánadag til fríggjadag 13.-17. oktober, kl. 11.00–16.00.
Náttúrugripasavnið Ókeypis atgongd
Listasavnið Ókeypis atgongd
Sjósavnið ½ prís: 25 kr. fyri vaksin og 12,50 kr. fyri børn
(Hesir prísir eru bert galdandi í døgunum 13.-17. oktober)
Jarðfeingi, Náttúrugripasavnið, Sjósavnið og Listasavnið
|