Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Triðja útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyskum øki latið aftur
3. november 2008
Tann 11. juli 2008 varð 3. útbjóðingarumfar til kolvetnisleiting latið upp, og freistin at lata inn umsóknir var úti á middegi í dag. Jarðfeingi hevur móttikið tríggjar umsóknir frá tilsamans fimm feløgum.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur: -“Vit høvdu kanska vónað at fáa fleiri enn tríggjar umsóknir, men vit fegnast um, at feløg við stórum kunnleika til føroyska økið framhaldandi síggja møguleikar her. Nógv leitivirksemi er í teimum verandi 11 loyvunum, og við loyvunum, sum nú væntandi verða latin, verður virksemið økt og samstundis víðkað til nýggj øki. Tað er mín vón at hetta virksemið førir til, at kolvetni verða funnin í rakstarverdum nøgdum, soleiðis at Føroyar búskaparliga fáa fleiri bein at standa á .”

Miðað verður ímóti at avgreiða umsóknirnar í hesum árinum.

Feløgini, ið søkt hava, eru:

Atlantic Petroleum
DONG Energy
Faroe Petroleum
GeysirPetroleum
StatoilHydro

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til

Jarðfeingi
Tlf. 35 70 00
Teldupostur jardfeingijardfeingi.fo


3. november 2008
Triðja útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyskum øki latið aftur
8. desember 2008
Leitiloyvini latin í triðja útbjóðingarumfarinum
10. oktober 2008
Heystfagnaður á trimum søvnum
1. august 2008
Nýggjur loyvishavari í loyvi 005
4. apríl 2008
Leitibrunnur 6005/13-1A er nú liðugt boraður
14. mars 2008
Triðja útbjóðingarumfar í løgtingið
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita