Jardfeingi
Leita
Orka
Orka
Orkupolitikkur
Orkunýtsla hjá skipum
Orkunýtsla í húsum
Verkætlanir
Ráðstevnur
Onnur lóggáva
NAHA
Hydrogen
Elveitingareftirlitið
Jarðhiti
Orkuhagtøl  

Orkudeildin á Jarðfeingi skal í sínum arbeiði miða eftir at røkka tey mál, sum eru sett í álitinum ”Yvirskipaður Orkupolitikkur”. Í hesum áliti, sum Vinnumálaráðið gav út í 2006 stendur, at í 2015 skulu 20% av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orku og at í 2015 skal fiskiflotin nýta 15% minni av orku at fiska somu nøgd sum í dag.

Myndin niðanfyri vísir orkuframleiðslu og orkunýtslu í Føroyum í prosentum av samlaðu orkuframleiðsluni, sum er umleið 2800 GWh um árið. Tølini í myndini eru frá 2006, sum er nýggjasta uppgerðin, men geva hóast tað eina góða mynd av støðuni í dag, tí munandi broytingar í orkumynstrinum ikki hava verið seinasta árið.
Tað sæst týðuliga, at tann reyði liturin, sum umboðar olju, er dominerandi. Óhepna og vandamikla støðan, at vit eru sera heft av alsamt dýrari innfluttari olju, hevur nú sett gongd á eitt miðvíst arbeiði at broyta hugburð til orkunýtslu og at menna varðandi orkukeldur.

 

Sum tað sæst á myndini eru tøl sett á, hvussu stór orkuframleiðslan í landinum er og hvussu nógv ymiskir brúkarabólkar nýta av orku. Endamálið við okkara orkuarbeiði er í stuttum at fáa tann reyða litin (oljuna) at minka so nógv sum gjørligt og samstundis at fáa tann grøna litin (varðandi orka) at taka yvir.

Eitt ógvuliga týðandi amboð í hesum arbeiði er at hava neyv orkutøl og at fáa tey dagførd við passandi stuttum tíðarbilum.
Hagstovan hevur til uppgávu at savna og viðgera orkuhagtøl og á teirra heimasíðu ber til at fáa upplýsingar um orkuframleiðslu og orkunýtslu.
Nú gongd er sett á orkuarbeiði, verður tørvurin á dagførdum tølum nógv størri enn hann higartil hevur verið.
Hagstovan, Umhvørvisstovan og Jarðfeingi  hava gjørt ein leist til broytta innsavningar- og viðgerðarskipan av orkuhagtølum. Stovnarnir hava í felag gjørt eina arbeiðsskrá og vænta, at fígging fæst, so arbeiðið kann byrja í næstu framtíð.
Vit síggja fram til at orkuhagtølini verða so væl skipað, at tey veruliga kunnu nýtast í arbeiðinum at flyta orkunýtsluna í Føroyum munandi stig móti varandi orkukeldum.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.

Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.
Tíðindaskriv
Melda til
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita