Jardfeingi
Leita
Olja
Útbjóðingarumfør
Loyvishavarar
Forkanningar
Leysgeving av dátum
Førleikamenning
Ráðstevnur
Greinar
Lógir og kunngerðir
Søga

Oljuvirksemið á Jarðfeingi fevnir um 

allar almennar umsitingarligar uppgávur í sambandi við oljuleiting og útvinningarvirksemi í Føroyum. Stovnurin samskiftir við føroysk og útlendsk olju- og kanningarfeløg umframt aðrar føroyskar myndugleikar, ið røkja uppgávur, sum liggja uppat hesum virksemi. Jarðfeingi kunnar almenningin um oljuleitingina í føroyskum øki.


Uppgávurnar fevna um:

  • at veita forkanningarloyvir
  • at fyrireika útbjóðingarumfør, herundir hvørji øki, ið skulu bjóðast út, treytir o.a.
  • at fyrireika loyvi, ið avvarðandi landsstýrismaður síðani veitir til leiting og meting
  • at vera eftirlitsmyndugleiki í samband við givin loyvi, t.d. viðvíkjandi trygdarspurningum, arbeiðsumhvørvi og oljuvirkseminum í síni heild

 

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís oljutema, verður savnað her.
FIEC09 var í september í Norðurlandahúsinum. Í løtuni verður arbeitt við at fáa savnað vísundaligar greinar til eitt serrit eins og á undanfarnu ráðstevnunum.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita