Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Martin V. Heinesen 25 ára starvsdag
2. mars 2012

Hin 1. mars 2012 hevði Martin Vang Heinesen av Toftum 25 ára starvsdag á Jarðfeingi/Jarðfrøðisavninum.


Jóannes Rasmussen, Anna Maria Fosaa og Martin V. Heinesen miðskeiðis í 80-unum.


Martin tók prógv sum jarðfrøðingur frá Keypmannahavnar Universiteti í februar 1987, og tann 1. mars tók hann við starvinum sum deildarleiðari á Jarðfrøðisavninum, sum tá var deild á Náttúrugripasavninum. Martin tók við eftir Jóannes Rasmussen, jarðfrøðing, og var á henda hátt við til at lyfta ríka arvin eftir jarðfrøðiliga kanningarvirkseminum í Føroyum, sum Jóannes hevði staðið fyri í mong ár.

Uppgávurnar fyrstu árini fevndu millum annað um jarðfrøðiliga kortlegging, jarðfrøðiligar framsýningar, gransking av undirgrundini og ráðlegging í sambandi við tunnilsgerð og við árunum komu avbjóðingar í sambandi við at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.

Í 1993 varð oljuráðleggingarnevnd sett at fyrireika eina tilgongd móti at búgva Føroyar at fara undir oljuleiting. Martin var limur í nevndini, og virkaði Jarðfrøðisavnið sum skrivstova fyri nevndina.

Tá Oljufyritisitingin varð stovnað í 1993 varð Martin settur sum stjóri har, umframt at vera stjóri á Jarðfrøðisavninum.

Fyrsta útbjóðingarumfar til oljuleiting var hildið í 2000 og Martin var ein av høvuðspersónum í hesi tilgongd. Sama árið varð Jarðfrøðisavnið skipað sum stovnur undir táverandi Oljumálaráðnum.

Martin varð settur sum fyribils stjóri á Jarðfrøðisavninum og frá 1. januar 2003 fastur stjóri.


Úr vinstru: Sigurð í Jákupsstovu, Martin V. Heinesen, Kaj Sørensen, Steen Lomholt, Jens Jørgen Møller og Claus Andersen umleið 2004.
 

Í juli 2003 gavst Martin sum stjóri á Jarðfrøðisavninum. Hann ynskti nýggjar avbjóðingar og gjørdist partur av toyminum, tá Føroyar saman við Danmark fóru undir at fyrireika krøv um ytru landgrunsmørk, ið Havrættarsáttmálin hjá ST frá 1982 heimilar strandalondum at gera galdandi.

Martin hevur Føroya vegna staðið fyri náttúruvísindaliga partinum av arbeiðinum. Kravið viðvíkjandi øki norðanfyri varð latið landgrunsnevndini hjá ST, CLCS, í 2009 og kravið fyri økið sunnanfyri í 2011.

Martin virkar í dag sum deildarleiðari á Jarðfeingi, og vit ynskja Martini tillukku við 25 ára starvsdegnum.


19 desember 2012
Jarðfeingi hevur móttikið umsókn um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
17. desember 2012
Tilboðini um elframleiðslu úr vindorku inni í dag
7.desember 2012
Dátur frá boring 6004/8a-1 (Anne Marie) leysgivnar
3. desember 2012
ExxonMobil keypt seg inn í loyvi 016
27. november 2012
Tíðindaskriv 27. november 2012
7. november 2012
Góðkenning av brunnborarum og installatørum til jarðhitaskipanir
29 oktober 2012
Proceeding of the 3rd FIEC sum e-bók
17. oktober 2012
Longd freist at søkja um loyvi til elframleiðslu úr vindorku
20. september 2012
Bjarti Thomsen settur í starv sum verkfrøðingur á Orkudeildini á Jarðfeingi
18. september 2012
INTERACT millumlanda atgongd: Umsóknarumfarið til at vitja granskingarstøðir summarið 2013 og veturin 2013/2014 er opið frá 1. oktober til 31. oktober
26. juli 2012
Loyvi til elframleiðslu úr vindorku
3. juli 2012
Samkoma hildin fyri Martin V. Heinesen
11 juni 2012
Søkt verður eftir verkfrøðingi
6 juni 2012
Martin V. Heinesen valdur í nevnd Sameindu Tjóða
7 mei 2012
Nýggj grein í Geophysical Prospecting
29. februar 2012
Jóannes Rasmussen 100 ár
15 februar 2012
4. FIEC ráðstevnan verður hildin í mai
18. januar 2012
Loyvi 005 latið aftur og frítt hjá øðrum at søkja um
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita