Fráboðan
Umsókn móttikin at fáa loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
Vísandi til §7, stk. 3 í lóg nr. 31 frá 16. mars 1998 við seinni broytingum um kolvetnisvirksemi verður við hesum boðað alment frá, at umsókn er móttikin um at fáa loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Økið, ið søkt er um, er innanfyri hesi hornakrosstøl:
05°12’00” W 60°19’49” N 05°00’00” W 60°30’00” N 05°00’00” W 60°40’00” N 04°56’34” W 60°21’08” N 04°44’10” W 60°24’07” N 05°12’00” W 60°30’00” N 04°26’52” W 60°40’00” N
Onnur kunnu eisini søkja um loyvi til sama øki ella partar av hesum. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. mars 2013. Tórshavn, 19. desember 2012 Jarðfeingi
Fyri størri kort trýst her
|