Í dag varð sáttmáli undirskrivaður ímillum TGS-NOPEC og Jarðfeingi á oljuráðstevnuni Prospex í London. Tænastuveitarafelagið TGS-NOPEC arbeiðir í løtuni við endurviðgerð av seismiskum dátum á Føroyaøkinum, og tann nýggi sáttmálin umfatar endurviðgerð av føroyskum boridátum.
Hesar seinastu dagarnar hevur Prospex ráðstevna verið í London. Hetta er ein árlig ráðstevna har oljufeløg hava møguleika at selja leitimið, tænastuveitarafeløg møguleika at selja tænastur til oljuvinnuna, og umboð fyri almennar oljumynduleikar í ymiskum londum hava møguleika at vísa á áhugaverd umráði á teirra øki.
Jarðfeingi er umboðað á ráðstevnuni við bási og fyrilestri, har víst verður á møguleikar á tí føroyska økinum. Heri Ziska, jarðfrøðingur, hevur hildið fyrilestur um gongdina á økinum hesa seinastu tíðina, og áhugin fyri Føroyum hevur verið stórur.
Samstundis hava TGS-NOPEC, sum í dag arbeiðir við endurviðgerð av stórum parti av tí seismikki, ið er á føroyska økinum, og Jarðfeingi undirskrivað enn ein sáttmála. Sambært nýggja sáttmálan skal hetta tænastuveitarafelagið endurviðgera føroyskar boridátur.
Úrslitið av hesum báðum endurviðgerðum kemur vónandi at geva áhugaðum nógva nýggja vitan um tað føroyska økið. Nýggju seismisku dáturnar verða klárar fyrst í 2012, meðan boridáturnar væntandi verða klárar seinni í 2012.
Áhugin fyri Føroyum var stórur
|