Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Sáttmáli undirskrivaður millum Jarðfeingi og TGS-NOPEC á Prospex í London
15 desember 2011
Í dag varð sáttmáli undirskrivaður ímillum TGS-NOPEC  og Jarðfeingi á oljuráðstevnuni Prospex í London. Tænastuveitarafelagið TGS-NOPEC arbeiðir í løtuni við endurviðgerð av seismiskum dátum á Føroyaøkinum, og tann nýggi sáttmálin umfatar endurviðgerð av føroyskum boridátum.



Hesar seinastu dagarnar hevur Prospex ráðstevna verið í London. Hetta er ein árlig ráðstevna har oljufeløg hava møguleika at selja leitimið, tænastuveitarafeløg møguleika at selja tænastur til oljuvinnuna, og umboð fyri almennar oljumynduleikar í ymiskum londum  hava møguleika at vísa á áhugaverd umráði á teirra øki.

Jarðfeingi er umboðað á ráðstevnuni við bási og fyrilestri, har víst verður á møguleikar á tí føroyska økinum. Heri Ziska, jarðfrøðingur, hevur hildið fyrilestur um gongdina á økinum hesa seinastu tíðina, og áhugin fyri Føroyum hevur verið stórur.

Samstundis hava TGS-NOPEC, sum í dag arbeiðir við endurviðgerð av stórum parti av tí seismikki, ið er á føroyska økinum, og Jarðfeingi undirskrivað enn ein sáttmála. Sambært nýggja sáttmálan skal hetta tænastuveitarafelagið endurviðgera føroyskar boridátur. 

Úrslitið av hesum báðum endurviðgerðum kemur vónandi at geva áhugaðum nógva nýggja vitan um tað føroyska økið. Nýggju seismisku dáturnar verða klárar fyrst í 2012, meðan boridáturnar væntandi verða klárar seinni í 2012. 



Áhugin fyri Føroyum var stórur




15 desember 2011
Sáttmáli undirskrivaður millum Jarðfeingi og TGS-NOPEC á Prospex í London
21 november 2011
Sagex skiftir navn
9 november 2011
Jarðfeingi latið Granskingarráðnum uppskot um satsingsøki fyri gransking
16 august 2011
Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum
12 mei 2011
Boringin á leitiloyvi 006 byrjar á vári 2012
31 mars 2011
Føroyska kravið um landgrunn á Føroyaháslættanum lagt fyri ST í dag
1 mars 2011
ExxonMobil verður partur av føroyskari oljuleiting
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita