Jardfeingi
Leita
Orka
Orka
Orkupolitikkur
Orkunýtsla hjá skipum
Orkunýtsla í húsum
Verkætlanir
Føroyskt biogassverk
Jarðhiti í Føroyum
Bygningar nú upphitaðir við jarðhita
Nólsoyarverkætlanin (2008)
Forkanning liðug
Nólsoyarverkætlanin (1. partur)
Felags brennistøð
Elkaðal til Íslands
Jarðhiti til upphiting
Nordisk Energikommune 2011
Ráðstevnur
Onnur lóggáva
NAHA
Hydrogen
Elveitingareftirlitið
Jarðhiti

 

Tíðindaskriv
Norðurlendska Ráðharraráðið leitar eftir ”Nordisk Energikommune 2011”

 

 

 

Býir standa fyri meginpartinum av orkunýtsluni og CO2-útlátinum í heiminum. Um útlátið skal skerjast, eru kommunurnar ein týdningarmikil faktorur. Tær kunnu stuðla undir felags norðulendsku visjónina at broyta til grønan vøkstur og fossil orkuóheft ella CO2-neutral samfeløg í framtíðini.
Í 2010-2011 setur Norðurlendska Ráðharraráðið orku og orkurelateraðar veðurlagsspurningar ovarliga á dagskrá hjá norðurlendska samstarvinum. Teir norðurlendsku orkuráðharrarnir løgdu tí í gjár fram verkætlanina ”Nordisk Energikommune”. Hetta tíðarskeiðið vara danski og finski formannsskapurin av verkætlanini.
Endamálið við ”Nordisk Energikommune” er at taka fram og styðja uppundir tað, sum norðurlendsku kommunurnar leggja fyri í sambandi við burðardygga orku og orkurelateraðar veðurlagsloysnir. Verkætlanin viðurkennir kommunur, sum gera ein serligan innsats fyri slóðbrótandi og nýskapandi loysnir í samspæli við menningina av lokala vinnulívinum og økismenningini.

”Nordisk Energikommune” fer at nominera í mesta lagi tríggjar kommunalar verkætlanir í hvørjum norðurlandi og í sjálvstýrandi økjunum og við nominering av einari Nordisk Energikommune at seta burðardygga orku- og veðurlagsloysnir í teimum norðurlendsku kommununum í miðdepilin. Allar nomineraðu verkætlanirnar og vinnarin fara at vísa, hvussu norðurlendskar økiskommunur kunnu hjálpa til við sjónligum og haldgóðum íkøstum til grønan vøkstur og orkuveiting í framtíðini. ”Nordisk Energikommune” vil gera sítt fyri at økja tilvitanina um burðardyggar orkuloysnir hjá lokalu aktørunum og skapa ein pall fyri samstarvi millum norðurlendskar kommunur.

Á heimasíðuni www.nordicenergymunicipality.org finnast fleiri upplýsingar um verkætlanina, umsóknartilfar til kappingina o.a. Heimasíðan virkar sum ein gluggi bæði í og uttanfyri Norðurlond fyri mongu lokalu norðurlendsku orkuloysnirnar. Allar nomineraðar verkætlanir verða at síggja á heimasíðuni.
Fakta um kappingina:
- Allar norðurlendskar kommunur við slóðbrótandi orkuverkætlanum kunnu luttaka, tó kann hvør kommuna í mesta lagi lata inn eina orkuverkætlan.
- Ein kommunal orkuverkætlan er at skilja sum ein verkætlan, sum er partur av bygnaðinum hjá kommununi, kortini er ikki avgerandi neyðugt at kommunan er verkætlanarleiðari
- Hvørt norðurland og sjálvstýrandi øki kann nominera trý evni.
- Útvaldu kommunurnar verða væntandi almannakunngjørdar á vári 2011
- Vinnarin verður valdur av eini norðurlendskari dómsnevnd.

Vegleiðing til umsókn fæst her
Umsóknarblað fæst her

Meiri fæst at vita við at skriva til km@jf.fo ella venda sær beinleiðis til Jarðfeingi, tlf 357000.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.

Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita