|
|
|
|
|
 |
|
|
Orka > Verkætlanir > Jarðhiti til upphiting > Effekttørvur
|
|
|
|
Hvussu stóran effekttørv og hitatørv hevur bygningurin?
Effekttørvurin (dimensionerandi effekttørvurin) hjá einum bygningi er tann effektin, sum hitaskipanin skal kunna geva fyri at halda bygningin heitan í serliga køldum tíðarskeiðum.
Eini vanlig sethús, sum eru væl bjálvað, hava effekttørv, sum er umleið 30 W/m2.
Hitatørvurin (dimensionerandi hitatørvurin) hjá einum bygningi er tann orkumongdin, sum skal brúkast um árið fyri at halda bygningin heitan og gera heitt brúksvatn.
Eini vanlig sethús, sum eru væl bjálvað, hava hitatørv, sum er umleið 150 kWh/m2/ár.
Bið um ráðgeving
Tá metingin av effekt- og hitatørvi hevur avgerandi týdning fyri, hvussu góð jarðhitaskipanin verður, verður mælt til at leita sær holla ráðgeving. Hesa ráðgeving kann ein sakkønur so sum ráðgevandi verkføðingur ella kvalificeraður hitapumpuinstallatørur geva.
Tú ert eisini vælkomin at biða um ráð frá Jarðfeingi.
|
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
 Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
 Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.
 Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
 Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
 Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.

|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|