|
|
|
|
|
 |
|
|
Orka > Verkætlanir > Jarðhiti til upphiting > krøv til brunnborarar
|
|
|
|
Krøv til brunnborarar
Í Føroyum eru ongi almenn krøv til brunnborarar. Ístaðin hava vit niðanfyri sett nøkur krøv, sum eiga at vera til brunnborarar, sum bjóða seg fram.
Boriarbeiðið umfatar sjálva boringina, ílegging av slangum, innføring í bygningin, ífylling av borivesku og trykkroynd av samlaðu skipanini.
Boriarbeiðið eigur bert at gerast av góðkendum borara ella virki við góðkendum borara.
Fyri at verða góðkendur brunnborari krevst:
i. At brunnborarin hevur verið við í minsta lagi 45 boriarbeiðum seinastu 18 mánaðirnar.
ii. At brunnborarin hevur certifikat í sveising.
iii. At brunnborarin hevur staðið prógv í serligum skeiði fyri brunnborarar í hydrogeologi og lógarspurningum.(Sí t.d. skeiðið í Svøríki ”Praktisk hydrogeologi og juridik”)
iv. Borarin ella virkið skal hava ábyrgdartrygging á 1 mió kr. móti óhappum, ið kunnu henda undir arbeiði.
v. Borarin ella virkið skal hava trygging, sum fevnir um endurgjald viðvíkjandi boriarbeiðinum í eitt ár eftir at arbeiðið er liðugt.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi hesum, ert tú vælkomin at venda tær til Jarðfeingi.
|
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
 Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
 Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.
 Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
 Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
 Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.

|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|