 |
|
|
Orka > Verkætlanir > Føroyskt biogassverk
|
|
|
|
Føroyskt biogassverk
Jarðfeingi hevur í vár kannað, um rávørugrundarlag er fyri biogassframleiðslu í Føroyum. Joan Berg Johansen hevur gjørt kanningina í einum samstarvi millum Tekniska skúla í Tórshavn og Jarðfeingi.
Endamálið er at staðfesta, hvussu nógv rávøra er tøk til biogassframleiðslu og at meta um, um eitt biogassverk er fíggjarliga burðardygt.
Yvirlitsmynd:

Rávøra og framleiðsla
Rávøra, sum kann nýtast í biogassverki, er alt hugsandi organiskt burturkast, so sum neytamykja (flottøð), burturkast frá alivinnu, fiskavirkjum, fiskiskipum, sláturvirkjum, seyði og grind. Biogassverkið framleiðir el og hita. Organisku restirnar frá verkinum eru vælegnaðar til tøð. Ætlanin er at fáa fatur á allari tøkari rávøru.
| | Flottøð | Alivinnan | Fiskivinnan | Slakt | Tilsamans | | Rávøra (tons): | 30.000 | 12.000 | 1.500 | 700 | 44.200 | | Biogassframleiðsla(m³ CH4): | 425.000 | 950.000 | 120.000 | 25.000 | 1.520.000 | | Orkunøgd í biogassi (kWh): | 4.250.000 | 9.500.000 | 1.200.000 | 250.000 | 15.200.000 | | Elframleiðsla (kWh/ár): | . | . | . | . | 6.000.000 | | Hitaframleiðsla (kWh/ár): | . | . | . | . | 7.500.000 | Tølini í talvuni eru úr Biogass 2010. Rávørunøgdirnar eru varisliga mettar. Framleiðslan av biogassi, el og hita er roknað sambært tølum frá Lemvig Biogas.
Íløga og rakstur: | | | | Íløga | 50 mió. kr. | | Renta | 5% | | Inntøka (um árið) | 6 mió. kr. | | Rakstur og viðlíkahald | 4% | Íløgan er við hesum fortreytum vunnin aftur eftir umleið 20 árum.
Tølini eru leysliga mett í samráð við Lemvig Biogas.
Niðurstøða
Grundarlag er fyri einum hampuliga stórum biogassverki í Føroyum. Verkið skal helst liggja á Sundi í sambandi við Sundsverkið hjá SEV og fjarðhitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum. Pláss er fyri einum verki, sum hvørt ár kann taka móti einum 50.000 tonsum av rávøru, framleiða el og hita svarandi til eini 1.500 tons av olju, og sum kann lata frá sær umleið 50.000 tons av flótandi tøðum.

Sum tað sæst á myndini omanfyri, er eitt biogassverk meira enn bara framleiðsla av orku. Umframt at vera eitt orkuframleiðandi verk, sum við góðari fyriskipan og góðum rakstri ber til at fáa at mala runt fíggjarliga, hevur biogassverkið nógvar avleiddar fyrimunir. Tann mest eyðsýnligi er helst, at landbúnaðurin fær eina skipan, sum loysir umhvørvistrupulleikarnar, sum í dag standast av mykju frá teimum stóru fjósunum. Nakrir fyrimunir eru:
• Støðug framleiðsla av grønari orku alt árið. • Minni CO2-útlát (umleið 4.000 tons um árið) • Minni dálking, tí at avgassað tøð dálka nogv minni enn fesk tøð • Skapar nøkur støðug arbeiðspláss • Brúkar tilfeingi, sum vit hava í Føroyum
Myndin omanfyri vísir eisini, at tað er ein stór avbjóðing at gera eitt biogassverk. Tað krevst samstarv millum nógvar partar og sera góða samskipan at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Men sum eisini víst á omanfyri og í rapportini eru fyrimunirnir nógvir og stórir. Samanumtikið kann sigast, at eitt biogassverk í Føroyum er eitt stórt framstig, tá talan er um grøna orku og reinari umhvørvi, og at eitt tílíkt verk kann rekast á fíggjarliga burðardyggum grundarlagi.
|
|
 |
|
|
|
| Tema |
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís orkufrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
Vinnumálaráðið og Jarðfeingi arbeiða í løtuni við lóggávu um jarðhita, sum skal koma í gildi í 2011.
Hendan lóggávan fer at tryggja brúkaran, sum velur jarðhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðhita, mugu tí sjálvi tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.
 Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. og 29. september 2010
 Orkusparandi tiltøk í sethúsum við bjálving, sólfangarum og varmapumpum.
 Felags brennistøð gevur møguleika fyri el- og varma-framleiðslu úr ruski.
 Forkanning gjørd av Jarðfeingi, StatoilHydro, Enercon og SEV
 Eitt alternativ til vatnorkuútbygging - vísir kanning ið Jarðfeingi hevur gjørt saman við SEV og Orkustofnum í Íslandi.

|
 |