Jardfeingi
Leita
Jarðfrøði
Verkætlanir
NAGTEC
Skriðulop
Um skriðulop
Skriðulop og skaðar
Skriðulop forsøgn
Boringar á Nólsoy
Nýtt jarðfrøðiligt kort
Landgrunnurin §76
Refraktión
Sornfelli veðurstøð
Erosión í Norðanlondum
Hósvíkshagin
Heyggur við rennibreyt
Gosdeplar
Strukturjarðfrøði
Magnetisma í basaltøki
SeiFaBa
Ráðstevnur
Søvn
Myndasavn
Túrar
Søga
Greinir
Leinkjur

Menning av myndli til forsagnir av skriðulopum í Føroyum

Náttúrulandafrøðingar á Jarðfeingi og Roskilde Universiteti hava ment ein myndil til at gera forsagnir av, hvar skriðulop kunnu henda í føroyska landslagnum. Myndilin, sum er mentur av Mads-Peter Dahl, Lis Mortensen, Anitu Weihe og Niels Jensen, er júst útgivin sum grein í tíðarritinum Natural Hazards and Earth System Sciences.

Myndilin viðger tað slagið av skriðulopum, sum ikki renna í lægdum ella veitum, og sum eru sera vanlig í Føroyum. Hetta arbeiðið er partur av langtíðargranskingarverkætlan, har endamálið er at meta um vandan fyri skriðulopum í Føroyum. Granskingarverkætlanin byrjaði aftaná røðir av hendingum seinnu árini, har skriðulop hava elvt til skaða á vegakervið, bygningar og onnur samfelagslig áhugamál í Føroyum.


Skriðulop í Klaksvík, september 2000 (Mynd: S/pf Norðlýsið)

Myndilin, sum lýsir bæði byrjunarøki og setingarøki fyri skriðulop, byggir á kanningar av einum hópi av skriðulopum ymsa staðni í Føroyum. Hesar kanningar hava víst á eina røð av fysiskum lyklaeginleikum í landslagnum fyri, hvar skriðulop kunnu henda og hvussu langt oman tey renna. Byrjunarøki er í fjallalíðum við ávísum halli, um nóg mikið av leysum jørðildi er tilstaðar. Setingarøki lýsir, hvussu langt omanbrekku skriðan rennur. Henda longdin hongur saman við gníggingarmótstøðuni í skriðulopstilfarinum, og um hamrar eru, har skriðan loypur.

Myndilin er royndur í økinum kring Klaksvík. Henda eftirkanning vísir, at myndilin rakar umleið 90% av teimum skriðulopum, sum eru hend umleið seinastu 100 árini. Hetta er høgt forsagnarstig samanborið við líknandi myndlar úr øðrum londum. 



Møgulig vandaøkir fyri skriðulop í Klaksvík

Mads-Peter staðfestir: “Hesin nýmenti myndilin er týdningarmikið stig á leiðini at meta um vandan fyri skriðulopum ymsa staðni í Føroyum. Myndilin vísir greitt, at menniskju, bygningar og vegir, umframt onnur samfelagslig áhugamál, kunnu vera í vanda fyri at verða rakt av skriðulopum. Hetta undirstrikar týdningin av framhaldandi kanningum av skriðulopum í Føroyum.”

Næsta stigi í granskingini av skriðulopum er at meta um, hvussu ofta skriðulop henda í teim ymsu økjunum, og hvussu stór oyðileggjandi megi býr í hendingunum. Kanningarnar fara fram í samstarvi millum Jarðfeingi, Roskilde Universitet og International Centre for Geohazards á Norges Geotekniske Institut.

Greinin um nýmenta myndilin er útgivin í tíðarritinum Natural Hazards and Earth System Sciences. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Mads-Peter Dahl, mpjdjf.fo.

Dahl, M-P. J., Mortensen, L. E., Veihe, A. & Jensen N. H. (2010): A simple qualitative approach for mapping regional landslide susceptibility in the Faroe Islands. Natural Hazards and Earth System Sciences, 10: 159-170.

Skriva út Print
Tema
Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita