Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Føroysku landgrunskrøvini eru nú latin ST
3. desember 2010
Í gjár handaðu Føroyar, saman við Danmark, Sameindu Tjóða próvførsluna fyri ytra landgrunskravið til syðra partin av Føroyaháslættanum (Faroe-Rockall Plateau). Við hesum er áralangt arbeiði liðugt, har stórt stig er tikið til at tryggja rættindi Føroya til ytra landgrunnin í ein útsynning úr Føroyum.

Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen sigur:

“Í fjør lótu vit inn kravið til økið norðanfyri, og nú hava vit eisini latið endaliga kravið inn til syðra partin av Føroyaháslættanum. Sostatt er vit liðug at prógva okkara rættindi til landgrunnin, og hetta drúgva vísindaliga arbeiðið til Faroe-Rockall Plateau hevur tikið okkum heili 8 ár. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit tryggja okkum hesi rættindi, tí møguleiki er fyri, at hetta risa øki kann goyma orkukeldur sum bæði olju og gass.”

Føroyar og Danmark hava síðan 2002 í felag fyrireikað landgrunskrøvini kring Føroyar. Jarðfeingi, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum, hevur Føroya vegna staðið fyri fyrireikingunum av kravinum. 

Landgrunskravið er 608.000 ferkilometrar til støddar, harí syðsta punktið á kravinum er áleið 820 fjórðingar frá grundlinjunum. Próvførslan, eisini kallað ein submission, varð handað Sameindu Tjóða landgrunsnevndini (Commission on the Limits of the Continental Shelf) umvegis ST aðalskrivaran sambært mannagongdunum í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 1982.

Eitt og hvørt strandaland hevur rætt til landgrunnin innan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum. Rætturin til ytra landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar, krevur drúgva vísindaliga og altjóðarættarliga próvførslu. Eftir fyrst at hava savnað inn og viðgjørt vísindaliga grundarlagið, hevur síðan september 2009 verið arbeitt við at samanskriva próvførsluna til sjálvan rættin til hetta økið, og er tað júst hetta arbeiði sum nú er latið  ST. Ein sendinevnd við føroyskum formansskapi fer at leggja fram landgrunskravið fyri landgrunsnevndina í apríl mánaði í 2011. Uttanríkisráðharrin hevur valt Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkisráðnum, at verða formann í sendinevndini.

Tað er trupult at siga, nær ítøkiliga viðgerðin av landgrunskravinum byrjar, tó verður ein framløga av kravinum gjørd fyri landgrunsnevndina á komandi fundi í mars/apríl mánaði 2011. Harumframt hava Írland, Ísland og Stórabretland krøv, sum partvís fella saman við føroysku/donsku krøvunum , og londini eru ikki komin ásamt um eitt sínámillum marknabýti. Írland og Stórabretland handaðu ST sínar próvførslur í mars 2009, meðan Ísland ikki enn hevur latið inn sína próvførslu. 

Uppgávan hjá landgrunsnevndini er fyrst og fremst at eftirkanna, um landgrunskrøvini á nøktandi hátt eru vísindaliga grundgivin. Tískil hava Føroyar og Danmark, í tráð við ásettu mannagongdir hjá landgrunsnevndini, víst á, at viðgerðin av próvførsluni hjá Írlandi og Stórabretlandi er treytað av, at próvførslan hjá Føroyum/Danmark verður viðgjørd samstundis. 

Viðheft er samandrátturin av próvførsluni og kort yvir økið, sum Føroyar/Danmark krevja.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Duritu Lamhauge Jóansdóttir á tel. 306108.


Mynd av ytra landgruns linjunum sunnanfyri Føroyar


6 desember 2010
Landgrunskravið - Almenn framløga
1. november 2010
Tíðindaskriv 1. november 2010: Leitibrunnur 6004/8a-1 liðugt boraður
14. september 2010
First Oil Expro Limited nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
10. september 2010
Kunningarskriv frá Jarðfeingi
3. september 2010
West Phoenix borar aftur
26. juli 2010
Boringin á Anne-Marie leiðini byrjað
6. juli 2010
Dana Petroleum nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
16. apríl 2010
ENI fingið boriloyvi
14. apríl 2010
OMV nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
13. apríl 2010
Oljuleitingarloyvi 012 longt
29. mars 2010
Næmingar frá Tekniska skúla í starvsvenjing á Jarðfeingi
5. mars 2010
Tórður Berg, praktikantur 2010
5. februar 2010
Enn ein leitibrunnur avtalaður og trý leitingarloyvi longd
6. januar 2010
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at oljuleitingarloyvi 008 verður longt.
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita