Jardfeingi
Leita
Kunning
Tíðindi
2013
2012
2011
2010
2009
2008
2007
2006
2005
2004
2003
2002 og eldri
Ársfrágreiðing
Orðalisti
Ráðgeving
GIS
Bókasavnið
Avtalur og sáttmálar
Løgtingsfyrispurningar
Spyr okkum
Tíðindaskriv 1. november 2010: Leitibrunnur 6004/8a-1 liðugt boraður
1. november 2010

Leitibrunnurin 6004/8a-1 í loyvisøki 005 er liðugt boraður. Brunnurin varð boraður á 1.106 metra havdýpi og rakk 3.901 metrar undir sjóvarmálan. Tað var boripallurin West Phoenix, ið boraði brunnin.

Feløgini í leitingarloyvi 005 eru ENI Denmark B.V., ið er fyristøðufelag, Cieco E & P (Faroe) Limited, Dana Petroleum (E & P) Limited, First Oil Expro Limited, Føroya Kolvetni P/F og OMV (Faroe Islands) Exploration GmbH.

Kolvetni vórðu funnin í tunnum sandløgum millum tjúkkari gosgrýtisfláir. Framhaldandi kanningar eru neyðugar til tess at meta nærri um samlaðu kolvetnisnøgdirnar í loyvisøkinum.

Boringin gav nýggjar og virðismiklar jarðfrøðiligar upplýsingar og eina greiðari mynd av heildarvánunum fyri oljuleiting á leiðini kring loyvisøki 005.

Brunnurin verður nú tiptur og afturlatin, og fyristøðufelagið fer at greina úrslitini, áðrenn avgerð verður tikin um, hvussu farast skal víðari fram.

Johan Dahl, landsstýrismaður: “Staðfestingin av kolvetnum er lovandi, og eg vænti, at hetta fer at økja um áhugan fyri oljuleiting í føroyska økinum enn meira.

Við hesum úrslitunum og í minsta lagi tveimum leitibrunnum, sum verða boraðir í øðrum leitiloyvum komandi tvey - trý árini, sær framtíðin spennandi út.”


6 desember 2010
Landgrunskravið - Almenn framløga
3. desember 2010
Føroysku landgrunskrøvini eru nú latin ST
14. september 2010
First Oil Expro Limited nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
10. september 2010
Kunningarskriv frá Jarðfeingi
3. september 2010
West Phoenix borar aftur
26. juli 2010
Boringin á Anne-Marie leiðini byrjað
6. juli 2010
Dana Petroleum nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
16. apríl 2010
ENI fingið boriloyvi
14. apríl 2010
OMV nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005
13. apríl 2010
Oljuleitingarloyvi 012 longt
29. mars 2010
Næmingar frá Tekniska skúla í starvsvenjing á Jarðfeingi
5. mars 2010
Tórður Berg, praktikantur 2010
5. februar 2010
Enn ein leitibrunnur avtalaður og trý leitingarloyvi longd
6. januar 2010
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at oljuleitingarloyvi 008 verður longt.
Skriva út Print
Tíðindaskriv
Melda til
Avgreiðslutíð
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingijardfeingi.fo
Ment og forritað hava Sansir, sniðgivið hevur Uni Árting - Innrita