|
|
|
|
|
 |
|
|
Jarðfrøði > Verkætlanir > Skriðulop > Skriðulop og skaðar
|
|
|
|
Skriðulop og skaðar í Føroyum
Elduvík, 1991
Í 1991 leyp eitt stórt skriðulop á Svínsstíggi í Elduvík (mynd 1) í sambandi við regn. Næstan 3.000 m3 av tilfari frá lopinum oyðiløgdu partar av bønum. Skaðin sæst enn í dag.
Mynd 1. Skriðulop á Svínsstíggi í Elduvík,1991.
Klaksvík, september 2000
Í september 2000 var glopraregn sum rakti harðast norðanfyri í Føroyum. Innanfyri fáar tímar 18. september regnaði fleiri staðir yvir 100 mm. Ógvisliga regnið elvdi til hópin av smáum skriðulopum og eini 15 stór lop (mynd 2). Tað eina av hesum skriðulopunum hendi á fjallasíðuni undir Kjøli í Klaksvík (mynd 3). Runa og grót frá skriðulopinum raktu eini hús og eina grund í Klaksvík, og tað var bert eitt undur, at eingin kom til skaða ella misti lívið.
Mynd 2. Kort av Føroyum, ið vísir skriðulop elvd av ógvusligum regni september 2000.
Mynd 3. Skriðulop undir Kjøli í Klaksvík, 2000.
Kalsoy, september 2000
Seinnapartin tann 18.september 2000 - um somu tíð sum skriðulopið í Klaksvík hendi, leyp ein stór skriða eystanfyri á Kalsoynni. Lopið oyðilegði ein part av vegnum og tók bæði bilverju og elmastur við sær út á sjógv (mynd 4). Orsakað av hesum mistu Mikladalur og Trøllanes streym og vegasambandið til ferjuhavnina í Syðradali. Slóðir eftir skaðarnar síggjast enn í dag (mynd 5).
Mynd 4. Upprudding eftir skriðulop eystanfyri á Kalsoynni, 2000.
Mynd 5. Myndin tikin í 2008, á sama staði sum á mynd 4. Slóðir eftir skaðarnar í 2000 síggjast enn.
Borðoy, august 2008
Á vegnum til Múla eystanfyri á Borðoynni hendi eitt skriðulop í sambandi við ógvisligt avfall í august 2008. Hetta skriðulopið gjørdi skaða á vegin og bilaverjuna (mynd 6). Hetta viðførdi, at Múli misti vegasamband eitt tíðarskeið.
Mynd 6. Skriðulop á vegnum til Múla eystanfyri á Borðoynni, august 2000.
Fleiri myndir á hesari síðu eru vinarliga lántar frá S/pf. Norðlýsið.
|
|
 |
|
|
|
|
| Verkætlanir, greinar og framløgur, ið viðgera ávís jarðfrøðilig tema, verða savnaðar her.
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|