|
|
|
|
|
 |
|
|
Um okkum > Ársfrágreiðing > Ársfrágreiðing 2006
|
|
|
|
Virksemið hjá Jarðfeingi 2006
Jarðfeingi hevur givið út ársfrágreiðing fyri árið 2006, sum lýsir fjølbroytta virksemið á stovninum. Jarðfeingi er storvnur undir Vinnumálaráðnum við ábyrgd fyri jarðfrøði, orkumálum og oljuleiting.
Munandi partur av virkseminum hjá Jarðfeingi er gransking og kanningar innan jarðfrøði og náttúrulandafrøði. Í 2006 fevndi hesin parturin av virkseminum um m.a. tunnilskanningar, jarðrivskanningar og uppseting av nýggjum jarðskjálvtamátarum. Nógva jarðfrøðiliga granskingarvirksemið í Føroyum verður í løtuni savnað í bók, sum dagførir jarðfrøðiligu Føroyakortini.
Jarðfeingi er jarðfrøðiligt savn við framsýningum og fakligari kunning innan øll fakøkini hjá stovninum. Jarðfrøðiligu framsýningarnar eru í hølum saman við Náttúrugripasavninum á Debesartrøð. Stovnurin er føroyskt tjóðsavn viðvíkjandi jarðfrøðiligum og jarðalisfrøðiligum tilfari, sum eitt nú steinsløg, grótsløg, borikjarnar, kort og teldutøkar dátur.
Jarðfeingi byggir upp fyrisiting og vitanardepil í orkumálum, her dentur verður lagdur á skynsama orkunýtslu og á varandi orkumøguleikar. Í juni 2007 samtykti løgtingið elveitingarlógina. Uppskotið til lógina varð tilevnað í samstarvi millum Jarðfeingi, Vinnumálaráðið, SEV, Røkt og vinnuna. Uppskotið, sum mælir til at økja nýtsluna av varandi orkukeldum og minka orkunýtsluna, hevur verið til politiska viðgerð á løgtingi.
Í 2006 varð fimti brunnurin á føroyska landgrunninum borðaur. Brunnurin fekk navnið 6104/21-1. Eitt av prospektunum æt Brugdan. Avbjóðingin var stór, tá brunnurin skuldi borast. Hetta var fyrstu ferð, at borað varð so langt inni í føroyskum øki, har basaltfláirnar eru tjúkkar. Rakt varð við spor av gassi, og tøkniliga var hetta ein væleydnað boring, sum vísti á hættir at minka um forðingarnar at bora á basaltøkinum.
Jarðfeingi skipaði fyri oljuráðstevnu í september 2006 við heitinum FIEC, Faroe Islands Exploration Conference. Ráðstevnan savnaði hópin av jarðfrøðingum og jarðalisfrøðingum úr øllum heimi at viðgera nýggj úrslit kring oljuleiting í basaltøkjum. Fyrilestrarnir verða útgivnir í bók í næstum.
Ársfrágreiðingin hjá Jarðfeingi fæst við at venda sær til Jarðfeingi ella sum skjal á heimasíðuni her 
Petur Joensen, stjóri
|
|
 |
|
 |
|
|
|
| Avgreiðslutíð |
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingi jardfeingi.fo
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|