|
|
|
|
|
 |
|
|
|
Reglugerð fyri ”JARÐFEINGI”
§ 1. ”Jarðfeingi” er stovnur undir Vinnumálaráðnum.
§ 2. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi umfatandi hesar høvuðspartar: kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði.
§ 3. Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru:
a) Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
b) Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku.
c) Jarðfrøðiligar og landafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing.
Stk. 2. Stovnurin skal á nevndu økjum ráðgeva landsstýrismanninum og almennum stovnum, og saman við Vinnumálaráðnum gera uppskot til lógir og aðrar reglur innan virkisøki stovnsins.
Stk. 3. Stovnurin skal virka fyri, at lóggáva og kunngerðir viðvíkjandi landsins jarðfeingi umframt virksemi á stovninum í síni heild verða grundað á framkomna og dagførda vitan.
§ 4. Jarðfeingi kann skipa fyri og taka lut í heimligum og altjóða granskingarætlanum og í millumtjóða samstarvi. Í hesum sambandi kann stovnurin taka ímóti stuðli frá granskingarráðum og grunnum v.m., umframt móti gjaldi at loysa kanningar-, granskingar-, menningar- og ráðgevingaruppgávur fyri onnur.
§ 3. Stjórin hevur fakliga og fíggjarliga ábyrgd av stovninum.
Stk. 2. Stjórin ásetir bygnað fyri stovnin.
Stk. 3. Í bygnaðinum skal takast hædd fyri, at skilnaður er millum inntøkuskapandi virksemi, so sum gransking og ráðgeving, og virksemi innan fyrisiting og eftirlit.
Tórshavn 21. desember 2005
Bjarni Djurholm
Landsstýrismaður
/Arne Poulsen
Aðalstjóri
|
|
 |
|
|
|
| Avgreiðslutíð |
Mán.-hós. 8.30-16.00
Fríggjadag 8.30-15.00
Telefon: 35 70 00
Telefaks: 35 70 01
Teldupostur:
jardfeingi jardfeingi.fo
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn - Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi jardfeingi.fo |
|
|
|
|